Um okkum

Føroyska felagið Lyfta hevur nú endaliga keypt og yvirtikið alt virksemið hjá Nordjysk Lift í Føroyum.

Geir Wardum og Eyðun Egholm, sum hava starvast hjá Nordjysk Lift í fleiri ár, stovnaðu í vár egið felag við navninum Sp/f Lyfta.

Tað var Lyfta við Eyðun Egholm, sum fyri 12 árum síðani fór í holt við at leiga lyftur og amboð út. Samstarv varð seinni gjørt við danska Nordjysk Lift um at yvirtaka, og Eyðun hevur verið partur av tí felagnum síðani.

Geir Wardum byrjaði hjá Nordjysk Lift í 2005 og arbeiddi í trý ár. Hann var síðani burtur í nøkur ár, og hevur nú verið knýttur at felagnum í hálvtannað ár.

Nú var tíðin komin til, at felagið aftur kom á føroyskar hendur og eigararnir eru Eyðun Egholm, Geir Wardum og Christian Nagata.

Lyfta hevur fleiri enn 700 maskinur og amboð til leigu til øll endamál. Felagið heldur til á Hjalla 30, har Nordjysk Lift áður helt til.


Virkisupplýsingar
Sp/f Lyfta
Vtal: 613606
Kontonr: BankNordik 6460-540.432.2